Føroysk síða  Dansk side  English site  
 
 

Bládýpi


Vit kalla tað Gistingarhúsið í Havnar Hjarta. Men Bládýpi í Dr. Jakobsensgøtu er meira enn eitt gistingarstað. Hildið verður til í trimum húsum niðan frá gongugøtuni. Og tey eru bundin saman av einum grannatúni. Hetta gevur hugna og rúm fyri túnatosi við fremmandafólk úr øllum heiminum. Mong vinarbond verða knýtt.

Bládýpi umfatar vallaraheim, gistingarhús, og eina íbúð. Og um summarið er morgunmatur við í prísinum. Vilt tú matgerða sjálv/ur er lagamanni, tí FK er okkara næsti granni. Annars er stutt at ganga til tað  mesta, ið Tórshavn hevur at bjóða sum býur.

Vallaraheimsdeildin í Bládýpinum bjóðar bíligastu gistingina í Havn. Her velur tú sjálv/ur, um tú hevur seingjarklæðir við, ella leigar tey frá okkum.

Sí nærri útgreining av gistingini undir Gistingaryvirlit

 

Sí fleir myndir úr Bládýpinum her

 

Bílegg gisting her

 

Sí prísir her

 

Sí kort her

 

Hostel.fo

Bládýpi - Skansin - Tvørgøta.  Fjølbroytt gisting á trimum støðum í Havn.

Vallaraheim, gistingarhús og ein íbúð í mitt í býnum. Her hittast heimsins tjóðir á einum lítlum bletti í Havn. Vallarheimið hevur bíligastu gistingina í høvuðstaðnum.

 

Gistingarhús og tvær íbúðir í vøkrum umhvørvi við forna Havna Skansa. Stutt út í náttúruna og inn í býin. Fitnesssentur næsti grannin. Gott stað við góðum útsýni.

 

Dusa tær í í vælútgjørdu luksusíbúðini í Tvørgøtu fyri rímiligan penga. Tú kanst t.d. slappa av og finna friðin í lekra gosbaðnum. Tveir minuttir at spáka í Steinatún.