Føroysk síða  Dansk side  English site  
 
 

Skansin


Gistingarhús í friðarligum umhvørvi Yviri við Strond við góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Sera væl egnað til bæði einstaklingar, pør og smáar familjur. Skansin í Jekaragøtu hevur gistingarhús og tvær íbúðir.
 
Í hesum parti av Havnini ber væl til at hugna sær í náttúrini. Stutt er oman í fjøruna og yvir á Boðanes, har nógv fólk vitja í góðveðrinum. Eisini er gamli Havnar Skansi okkara næsti granni. Og hevur hevur tú hug at mýkja vøddarnar, er Venjingarmiðstøð í somu gøtu.
 
Til ber at matgerða á Skansanum, 200 m eru til næsta handil. Annars er stutt til tað mesta. 300 m eru oman á Farstøðina. Og nakað tað sama til næstu kaffistovu.
 
Vit kunnu bjóða kømur við sjónvarpi og køliskápi. 15 kømur við felags vesi og bað og 4 kømur  við egnum vesi og bað.
 
Morgunmatur er við í prísinum.

 

Sí nærri útgreining av gistingini undir Gistingaryvirlit

 

Sí fleir myndir úr Skansanum her

 

Bílegg gisting her

 

Sí prísir her

 

Sí kort her

 

Hostel.fo

Bládýpi - Skansin - Tvørgøta.  Fjølbroytt gisting á trimum støðum í Havn.

Vallaraheim, gistingarhús og ein íbúð í mitt í býnum. Her hittast heimsins tjóðir á einum lítlum bletti í Havn. Vallarheimið hevur bíligastu gistingina í høvuðstaðnum.

 

Gistingarhús og tvær íbúðir í vøkrum umhvørvi við forna Havna Skansa. Stutt út í náttúrna og inn í býin. Fitnesssentur næsti grannin. Gott stað við góðum útsýni.

 

Dusa tær í í vælútgjørdu luksusíbúðini í Tvørgøtu fyri rímiligan penga. Tú kanst t.d. slappa av og finna friðin í lekra gosbaðnum. Tveir minuttir at spáka í Steinatún.